2026-05-28 13:59
Stutt fyri klokkan 13 byrjaði Elsa Berg, borgarstjóri í Havn, at býta seðlarnar út frá stóru grindini, sum var hildin til í Sandagerði um nátturðatíð.
Fyrst varð sagt, at seðlarnir skuldu koma út klokkan 9, síðani klokkan 11 og síðani á middegi. Men klokkan 13 eydnaðist loksins at fáa alt uppá pláss.
Eitt skinn er í part, men tað er so mikið nógv til at tað eisini verður býtt í heimapartar. Hvussu hetta verður skipað, fer kommunan at kunna um seinni.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald