Innanlands

Galaxy siglir seinasta túrin klokkan 15

Aftur í dag eru avbjóðingar á Suðuroyarleiðini: Avloysaraskipið siglir bert ein túr aftur og fram

Hesi boðini komu út tíðliga seinnapartin í gjár, og harvið hava ferðafólk hesaferð havt rímiliga tíð at laga seg eftir tí. Veðrið er orsøkin til avlýsingarnar, og at túrurin av Havnini er seinnapart

Hesi boðini komu út tíðliga seinnapartin í gjár, og harvið hava ferðafólk hesaferð havt rímiliga tíð at laga seg eftir tí. Veðrið er orsøkin til avlýsingarnar, og at túrurin av Havnini er seinnapart

2025-09-11 12:42 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Galaxy kann ikki tað sama sum Smyril. Tað er staðfest fleiri ferðir á ymsan hátt, og fyri fjórðu ferð innan eina viku er neyðugt hjá Strandferðsluni at avlýsa og flyta túrar hjá avloysaraskipinum.

Hetta vegna veður, sum Smyril vanliga ikki hevði havt nakrar serligar trupulleikar av.

Á ssl.fo stendur, at fyri veður verður siglt soleiðis á leið 7, hósdag 11. septembur:

- Av Krambatanga kl. 6:00 og av Havnini kl. 15:00. Síðani verður ikki siglt meir tað ið eftir er av degnum.

Hesi boðini komu út tíðliga seinnapartin í gjár, og harvið hava ferðafólk havt rímiliga tíð at laga seg eftir tí.

Tað er tó sjálvandi óheppið, at talan bert er um ein ein túr og aftur og fram ein heilan dag á leiðini. Annars standa tveir túrar á skrá hvønn dag - ístaðin fyri ein túr av Havnini klokkan 10 og ein annar klokkan 19 er ein túrur í dag klokkan 15.

Ferðaætlanin hjá Galaxy sæst her

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder