2025-10-10 12:28

Tað verður ikki møguligt at ferðast sjóvegis millum Suðuroy og Havnina í dag. Strandferðslan boðaði fyrrapartin frá, at øll siglingin hjá Galaxy í dag er avlýst.
Siglingin í morgin, leygardagin, verður eisini broytt eitt sindur. Túrurin av Krambatanga klokkan 7 er framskundaður til klokkan 6, og túrurin úr Havn kl. 10.30 er framskundaður til kl. 9.30.
Eftir hetta verður siglt sambært galdandi ferðaætlan, framgongur á heimasíðuni hjá Strandferðsluni.
Strandferðslan upplýsir eisini, at tað møguliga verða gjørdir eykatúrar við tyrluni til Suðuroyar. Nærri kunning um hetta kemur seinni í dag.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald