2025-10-09 19:34

Strandferðslan boðar frá broytingum á Suðuroyarleiðini í morgin, fríggjadagin 10. oktober.
Hetta er vegna veður
Túrarnir hjá Galaxy av Krambatanga klokkan seks og klokkan 10 úr Havn eru avlýstir.
Túrurin kl. 14:00 av Krambatanga er fluttur til klokkan 12:00, og túrurin úr Havn klokkan 17:30 er fluttur til klokkan 18.
- Ferðandi við bílegging til kl. 14:00 eru flutt til kl. 12:00. Ferðandi við bílegging til kl. 17:30 eru flutt til kl. 18:00. Bygdaleiðir í Suðuroy koyra í sambandi við broytingarnar á leið 7.
Hetta verður eftir øllum at døma seinasta vikuskifti, at Galaxy siglir.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald