
Smyril fer um tríggjar vikur til 20 ára klassing á Fayard skipasmiðjuni á Fjóni í Danmark og verður í dokk í 8-10 vikur. Hesa tíðina røkir grikska ferjan Galaxy siglingina á suðuroyarleiðini.
Smyril er vanliga í dokk á Fayard, men hendan dokkingin er serlig og størri enn vanligt, tí umframt 20 ára klassingina skulu nøkur stórarbeiðir gerast.
Tvær síðurskrúvur skulu setast í aftan, tríggir hjálpimotorar verða skiftir út, og tveir høvuðsmotorar verða høvuðsumvældir. Í 2028 skulu allir fýra høvuðsmotorarnir skiftast út.
Strandferðslan sigur, at tað var nærum ómøguligt at finna avloysaraskip, men tað eydnaðist at leiga Galaxy, ið avloysti í 2017. Eigararnir høvdu tá júst keypt skipið, og onkuntíð vóru onkrar avbjóðingar.
Ferðaætlanin hjá Galaxy er 14 dupultir vikuligir túrar, har ið Smyril hevur 18. Ferðin er 16 sjómíl um tíman og siglitíðin 2tímar og 30 minuttir. Galaxy tekur 350 ferðafólk og 140 akfør, um eingin farmur er við.
Bíleggingarskipanin kemur at virka umborð á Galaxy. Upplýsingar um mongd av farmi og akførum sæst á ferðaætlanini niðanfyri og á hjálagda skjali við upplýsingum um Galaxy.
Galaxy kemur at veita eitt lakari tænastustig enn Smyril í mun til farm, akfør og ferðafólk. Men skipið er væl viðlíkahildið, og eigararnir og grikska manningin kenna skipið munin betur nú.
Flutningsfeløg, framleiðarar, handlar, heilsølur, ítróttarfeløg og onnur, ið vanliga brúka suðuroyarleiðina, hava fingið kunning um tænastustigið á Galaxy.
Ætlandi byrjar Galaxy á suðuroyarleiðini leygardagin 23. august 2025.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald