placeholder
Uttanlands

G7-londini vilja hava fleiri revsitiltøk

Meira trýst skal leggjast á Russland, og hernaðarstuðul skal latast Ukraina, so leingi hetta er neyðugt, framgongur í fráboðan frá teimum sjey ídnaðarlondunum, sum seinastu dagarnar hava fundast í Týsklandi

Seinastu dagarnar hava uttanríkismálaráðharrar í G7-londunum havt fund í Týsklandi (Mynd: EPA)

Seinastu dagarnar hava uttanríkismálaráðharrar í G7-londunum havt fund í Týsklandi (Mynd: EPA)

2022-05-14 13:48 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

G7-londini, sum hava fundast í Týsklandi seinastu dagarnar, ætla at halda fram at leggja trýst á Russland, og vilja tey hava fleiri revsitiltøk sett í verk móti økjum, sum russiska stýrið í Moskva er bundið av.

Í felags fráboðan framgongur, at tey m.a. vilja banna ella minka so líðandi um innflutning av russiskari olju, skrivar Ritzau.

Tað eru uttanríkisráðharrar í teimum sjey londunum, sum eru millum heimsins ríkastu ídnaðarlond – Stórabretland, Kanada, Týskland, Frakland, Italia, Japan og USA – sum hava fundast seinastu dagarnar í norðurtýska býnum Weissenhaus.

Umframt at tey vilja hava fleiri revsitiltøk, vilja tey eisini framhaldandi veita Ukraina hernaðarligan stuðul, so leingi, sum hetta er neyðugt.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder