Mentan

G!: Lynks úr Onglandi og trý onnur spennandi nøvn

Frekur poppur, ein rødd ið nertir hjartastreingir, skitið føroyskt rapp og frískur og knasandi føroyskur poppur á skrá á G! í summar

Lynks

Lynks

2026-01-27 09:50 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

G! festivalurin kunnger í dag fýra nøvn, sum vera við til festivalin í Syðrugøtu í summar. Nøvnini spenna vítt; frá orkumiklum og hjartanemandi bretskum poppi til heiðurslönt föroyskt lagsmíð og rátt rapp.

Fýra púra ymiskar røddir, sum allar á hvør sín hátt eiga at verða lagdar til merkis.

Lynks – frekur poppur

Lynks úr Onglandi kemur við búnum og skortum, og vit sleppa at uppliva nakað sum ferðast millum framførslulist og popp.

Tónleikurin er fangandi poppur við punkuttum kanti, og tekstirnir, ið snúgva seg um at vera ungur og queer, eru bæði erligir og skemtiligir. Konsertirnar eru frískligar og orkumiklar við stevjøvnum dansi í ovurmát.

[object Object]

Jerub – ein rödd ið nertir hjartastreingirnar

Jerub er föddur í Nigera og uppvaksin í Nottingham. Hann hevur longu tíggjutals milliónir av stroymingum, og hevur framført beinleiðis í sjónvarpi hjá BBC. Í novembur 2025 gav hann út sína fyrstu heildarútgávu.

Løgini eru fangandi og tekstirnir sera kenslubornir, men fram um alt hevur Jerub eina heilt sermerkta sangrødd.

[object Object]

Bolstad – skitin føroyskur rapptónleikur

Bolstad gjördi veruliga vart við seg, tá ið hann framfördi á Sement. Her var talan um ein rappara, har orðini flutu óvanliga væl. Stílurin er skitin og ráur, og er als eingin roynd at tekkjast breiðu fjøldini við at gera tað popputt. Orðini er samfelagsrevsandi og hann ræðist ikki at taka upp evnir, sum vit ofta tiga burtur í Føroyum.

Stílurin er av tí gamla skúlanum, men eingin hevur nakrantíð rappað sum Bolstad á hesum klettunum!

[object Object]

Guðrið Hansdóttir – frísklig og knasandi

Vit kenna øll Guðrið Hansdóttir, sum við fleiri plátum á baki, hevur sungið seg inn í okkara hjörtu við síni vøkru rødd.

Hin seinasta útgávan, Gult myrkur, vann FMA fyri bestu útgávu og besta tekst í 2023. Longu nú er hon aftur á veg við nýggjari útgávu, sum eitur Sýrublað, har ferðin verður sett nakað upp.

Plátan er framleidd av Høgna Lisberg ,og hevur, sambært Guðrið sjálvari, ein frískligan, knasandi, grønan og til tíðir sýruttan tóna, sum heitið eisini ber brá av. Tekstirnir hevur Beinir Bergson skrivað.

Fyrsta staklagið, Oyralippan, er júst útkomið, fleiri stakløg koma í næstum og öll útgávan verður tøk 10. apríl.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder