Mentan

G! avdúkar sjey nøvn afturat

Millum teirra eru Swangah og Joe & the Shitboys – Fyriskipararnir vóna at kunna hava G! í summar, men endalig avgerð verður tikin í vár

Joe & The Shitboys eru millum teirra, sum eftir ætlan skulu framføra á G! 2021 (Mynd: Theke Klamer)

Joe & The Shitboys eru millum teirra, sum eftir ætlan skulu framføra á G! 2021 (Mynd: Theke Klamer)

2021-01-16 17:09 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Stutt fyri jól vórðu fyrstu tíggju nøvnini, sum eftir ætlan skulu framføra á G! festivalinum í summar, kunngjørd, og í gjár avdúkaðu fyriskiparir sjey nøvn afturat. Hesuferð fimm útlendsk og tvey føroysk.

Tey eru:

  • Katatonia (Svøríki)
  • Swangah (Føroyar)
  • Gaye Su Akyol (Turkaland)
  • Konvent (Danmark)
  • The Holy (Finnland)
  • Joe & the Shitboys (Føroyar)
  • Antii Paalenen (Finnland)

G! var, eins og allir aðrir festivalar, avlýst í 2020, og enn er ikki greitt, hvussu verður við festivalum í ár.

Fyrstu atgongumerkini til G! 2021 vórðu sett til sølu í desember, men eingin rindar fyrr enn 1. mai, tá endalig støða er tikin, um festivalurin verður veruleiki.

Søla av atgongumerkum til tjalding og húsvognar bíðar eisini til 1. mai.

Nøvnini, sum vórðu kunngjørd fyri jól, eru hesi:

  • José González (Svøríki)
  • Tessa (Danmark)
  • Eivør (Føroyar)
  • Busy P (Frakland)
  • MYD (Frakland)
  • Brimheim (Føroyar)
  • Auður (Ísland)
  • Silvurdrongur (Føroyar)
  • Ghost Notes (Føroyar)
  • Raske Drenge (Føroyar, Belgia)
placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder