
Allir ísraelsku gíslarnir, sum enn vórðu á lívi, eru í morgun leyslatnir av Hamas.
Gíslarnir, sum hava verið í Gaza síðan 7. oktober 2023, vórðu í morgun latnir Reyða krossi, váttar ísraelski herurin.
Hamas hevði játtað at leyslata allar 48 gíslarnar, sum eru eftir í Gazageiranum. Av teimum vórðu bert 20 enn á lívi.
Fyrstu sjey gíslarnir vórðu leyslatnir umleið klokkan 6.20 føroyska tíð, og túsundatals fólk vórðu savnað í Tel Aviv at fylgja við leysletingini á stórskíggja. Stutt fyri klokkan níggju føroyska tíð varð boðað frá, at 13 gíslar afturat vórðu leyslatnir. Freistin hjá Hamas at lata gíslarnar leysar var klokkan 10 føroyska tíð.
Sum partur av avtaluni sulu palestinskir fangar í Ísrael eisini leyslatast. Í morgun verður boðað frá, sambært Ritzau, at 1.966 fangar vóru ávegis til palestinsku økini.
250 fangar hava sitið lívlangar fongsulsdómar í ísraelskum fongslum, og teir verða m.a. leyslatnir á Vestara Áarbakka og í Jerusalem. Hinir 1.716 verða eftir ætlan leyslatnir við Nasser sjúkrahúsið í Gaza.
Dagførd kl. 9.16
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald