Innanlands

Fyrstu forsagnirnar: Møguliga kavi á jólum

- Sum tað sær út nú verður norðan og kavi um jóltíðir, men óvissan er stór. Eg fari at angra at eg segði hetta her, sigur veðurmaðurin brosandi

Møguleiki er fyri kava á jólum (Savnsmynd: Signar í Frammistovu)

Møguleiki er fyri kava á jólum (Savnsmynd: Signar í Frammistovu)

2023-12-08 08:20 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Kavi á jólum er altíð hugnaligt, og helst eru nógv sum ynskja sær eini hvít jól. Enn eru meira enn tvær vikur til jólaaftan, og stór óvissa er í veðurforsagnum so langt fram í tíðina.

Men tá veðurmaðurin Hanus Kjølbro tosaði við Góðan morgun Føroyar fyri løtu síðan, læt hann upp fyri møguleikanum fyri hvítum jólum.

- Eg havi váða mær at fara 14 dagar fram nú. Og tað sær út til at tveir til tríggjar dagar fyri jól fáa vit norðan og kava í nakrar dagar. Og eg vil staðiliga ávara um stóru óvissuna, segði Hanus Kjølbro.

- Eg rokni við at eg komi at angra hetta her, men nú havi eg sagt tað, segði Hanus Kjølbro brosandi.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder