Innanlands

Fyrsti hetlendingurin deyður við koronavirus

Smittan hevur rakt eldrarøktina hjá nærmastu grannum okkara

Wastview røktarheimið í Walls í Hetlandi (Mynd: Google)

Wastview røktarheimið í Walls í Hetlandi (Mynd: Google)

2020-04-14 10:48 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Minst eitt fólk, sum nýliga hevur latið lív á einum hetlendskum røktarheimi, doyði við koronasmittuni.

Tað skriva bretskir miðlar, teirra millum BBC og Shetland News.

Eitt sindur óvist er, um talan er um ein ella fleiri persónar, sum hava latið lív. BBC skrivar, at eitt ávíst tal (”a number of”, -red.) av eldri hetlendingum eru deyðir eftir at hava fingið smittuna. Samstundis verður í uppteljingini hjá BBC av sjúkum og deyðum orsaka av korona, talið av deyðum í Hetlandi upplýst at vera ein persónur.

Tað er Care Ipspectorate – stovnurin, ið hevur eftirlit við allari eldrarøktini í Skotlandi – sum váttar, at fólk eru deyð í Hetlandi við koronasmittu, men stovnurin upplýsir ikki hvussu nógv.

Shetland News skrivar, at fólk vestantil á hetlendsku høvuðsoynni, Mainland, hava undrað seg yvir, at fleiri fólk enn valigt eru deyð á heiminum Wastview í bygdini Walls.

Tað er Shetland Island Council, sum eigur og rekur heimið við plássi fyri 15 eldri borgarum. Men lokalu myndugleikarnir vildu um páskirnar ikki vátta fyri lokala miðlunum, um talan er um deyðsfall orsaka av covid-19. Lokalu myndugleikarnir vildu ikki útlevera upplýsingar av persónligum slag, hóast tað ikki var tað, sum Shetland News bað um.

Shetland Island Council kundi í síðstu viku kortini vátta, at korona-smitta hevur rakt minst 19 borgarar í eldrarøktini.

Men eisini Shetland News hevur frá Care Inspectorate stovninum, sum hevur høvuðsskrivstovu í skotska býnum Dundee, fingið váttað at minst ein deyðstilburður á heiminum er hendur orsaka av korona.

Sambært BBC vóru í gjár skrásett 43 fólk við koronasmittu í Hetlandi. Í Orknoyggjum vóru bert fimm tilburðir.

–––

Fakta: Ikki er vist, at øll eru deyð av covid-19 virus.

Gjørt verður vart við, at tað ikki er vist, at tey fólk, sum eru skrásett at vera deyð orsakað av covid-19, veruliga eru deyð av hesum virus. Altjóða skipanirnar, fyri skjótt at staðfesta og dagføra talið av deyðum, eru soleiðis innrættaðar, at um ein persónur doyr, og viðkomandi er skrásettur at hava verið raktur av covid-19 í einum tíðarskeiði á 60 dagar innan deyðin varð staðfestur, verður hesin skrásettur sum eitt av offrunum fyri heimsumfatandi covid-19 umfarssóttini.

Hetta er gjørt fyri lættari at kunna heinta upplýsingar út úr verandi edv- og kt-skipanum. Sostatt má roknast við, at ein partur av teimum deyðu í uppgerðini eru deyð av orsøkum, sum einki hava við covid-19 smittuna at gera.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder