Innanlands

Fyrsti heilsupolitikkurin fyri Føroyar handaður

Í heilsupolitikkinum eru tilmæli um átøk, sum hava til endamáls at betra virkisføri í heilsuverkinum, og harvið virka fyri at heilsuverkið fer at megna vaksandi tørvin á heilsutænastum frameftir

(Mynd: Heilsumálaráðið)

(Mynd: Heilsumálaráðið)

2025-11-27 10:31 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Heilsupolitikkurin fyri Føroyar er nú almannakunngjørdur og handaður Súsannu Bertholdsen, landsstýriskvinnu í heilsumálum.

Hetta er fyrstu ferð, at ein so víðfevnd og langskygd kós verður løgd fyri heilsuøkið í Føroyum, og heilsupolitikkurin verður mettur at fáa stóran týdning fyri menningina av heilsuverkinum og fólkaheilsuni komandi tíggju árini, skrivar Heilsumálaráðið.

Heilsupolitikkurin hevur sum visjón "at allir borgarar sum longst varðveita sálarliga, kropsliga og sosiala vælveru, og at røtt og dygdargóð viðgerð verður veitt, tá hon krevst".

Í heilsupolitikkinum eru tilmæli um átøk, sum hava til endamáls at betra virkisføri í heilsuverkinum, og harvið virka fyri at heilsuverkið fer at megna vaksandi tørvin á heilsutænastum frameftir. Kósin, sum heilsupolitikkurin leggur upp til, er at:

  • fyribyrgja sjúku, sum fer at hava við sær at færri fáa tørv á viðgerð í framtíðini
  • skapa betri og meira samanhangandi sjúklingagongdir
  • sjúkrahúsini skulu arbeiða tættari saman og gagnnýta tilfeingið betur
  • minka dupultfunktiónir og óskynsom markamót

Farið er undir nøkur átøk, sum eru sprottin úr arbeiðinum við heilsupolitikkinum.

Beint fyri summarfrítíðina varð samstarvsavtala gjørd millum Heilsumálaráðið, ÍSF og Heilsustýrið, sum skal virka fyri at styrkja rørslu, sálarheilsu og fólkaheilsu um alt landið. Harumframt eru prísir á nikotin- og tubbaksvørum hækkaðir, og arbeitt verður við at fyrireika tilboð um at screena (skima) fyri tarmkrabba í Føroyum.

Les meira her

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder