Innanlands

Fyrsta skotið latið til sambýlið við Rygsá

Sambýlið verður bygt til vaksin við autismu og hevur 24 íbúðir býttar í fýra eindir

(Mynd: Almanna- og mentamálaráðið)

(Mynd: Almanna- og mentamálaráðið)

2025-10-20 15:55 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Í dag varð fyrsta skotið í fyrireikingunum til nýggja sambýlið við Rygsá á Argjum latið. Tað var Eirikur í Jákupsstovu, landsstýrismaður í almannamálum, ið trýsti á knøttin.

Í hesum sambandi varð skipað fyri lítlari hátíðarløtu á staðnum, har millum annað umboð úr Fíggjarnevndini og Almannaverkinum luttóku. Verkætlanin við Rygsá er liður í ætlanini um at byggja nútíðar sambýli og loysa stóra bústaðartrupulleikan hjá fólki, sum hava tørv á vardum bústaði.

Sambýlið við Rygsá verður bygt til vaksin við autismu og fær 24 íbúðir býttar í fýra eindir.

Landsstýrismaðurin segði nøkur orð, og legði dent á, at sambýlið er ein íløga í framtíðina, og at tað fer at geva vaksnum við autismu, sum hava stóran tørv á stuðli og umsorgan í gerandisdegnum, tryggar góðar karmar, og eitt varandi heim, sum er bygt til endamálið.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder