Uttanlands

Fyrsta sendingin av koronakoppingarevninum sent út í Russlandi

Russiska koronakoppingarevnið, Sputnik V, varð góðkent, áðrenn tað hevði verið ígjøgnum vanligu kanningartilgongdina, og tí ivast eygleiðarar í, um evnið er nóg trygt, hóast úrslitini av royndunum higartil hava verið jalig

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2020-09-12 12:50 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Fyrsta sendingin av russiska koppingarevninum móti korona, Sputnik V, er longu sent út til ymiskar partar av Russlandi, upplýsti talsfólk hjá russiska heilsumálaráðnum fríggjadagin.

Fyri einum mánað síðani, 11. august, boðaði Russland frá, sum tað fyrsta landið í heiminum, at landið hevði ment eitt koppingarevni móti korona.

Sambært BBC, eru nýggj úrslit av royndunum við koppingarevninum jalig, og royndir á øðrum stigi benda á, at evnið ger ein mótstøðuføran.

Tey 76 fólkini, sum hava luttikið í kanningunum, hava ment andevni móti koronavirusinum, og eingin teirra hevur fingið nøkur hjáárin. Ætlanin er, at ein rúgva av koppingarevni skal verða tøkt í november.

Men sambært eygleiðarum, eru ikki nóg góð prógv fyri, at koppingarevnið er munagott og trygt.

Koppingarevnið hevur vakt ans kring heimin, tí at myndugleikarnir í Russlandi hava góðkent evnið, áðrenn tað hevur verið ígjøgnum vanligu kanningartilgongdina. Altjóða serfrøðingar innan heilsuøkið stúra tí fyri, at russiskir granskarar hava slakað við trygdini, skrivar Ritzau.

Í vikuni boðaði russiski heilsumálaráðharrin, Mikhail Murasjko, frá, at tey vóru byrjað uppá triðja stig av royndunum við Sputnik V.

Russiski forsetin, Vladimir Putin, segði eisini í august, at koppingarevnið var munagott og trygt, og at dóttir hansara enntá longu var vorðin koppsett.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder