Aldargamla seglskipið Lola of Skagen vitjar í hesum døgum í Vági. Hetta er fyrsta seglskipið, sum vitjar í ár – góðar fýra mánaðir áðrenn seglskip og seglbátar vanliga koma, skrivar Vágs kommuna.
Fyrsti útlendski gesturin í 2026, ið siglir við segli, kom á Vág fríggjakvøldið.
Seglskipið kom úr Stornoway, eftir at hava siglt úr Fraklandi, yvir Ermasund, upp við Onglandi og bretsku oyggjarnar. Skipið er á veg til Íslands.
Umborð á Lola of Skagen eru níggju fólk – sjey vaksin og tvey børn.
Manningin hevur sæð seg umkring í Vági, og í dag er ætlanin, at ein partur av manningini fer við Smyrli til Havnar. Lola of Skagen fer eftir ætlan víðari til Havnar í dag, har manningin, ið fer við Smyrli, kemur umborð, og so gongur leiðin til Íslands, skrivar Vágs kommuna.
Kommunan skrivar, at Vágs havn seinastu árini hevur upplivað eina støðuga øking í vitjanum av seglskipum og seglbátum, tó plaga hesi før vanliga at koma um aprílmánaða.
Lola of Skagen er bygt í 1919 í Skagen, men er heimahoyrandi í Bretagne í Fraklandi. Upprunaliga var skipið eitt fiskiskip, men er seinni umgjørt til eitt frítíðarskip, sum kann leigast. Skipið hevur siglt sum leiguskip síðani 1975.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald