Uttanlands

Fyrrverandi suðurkoreanski forsetin kann fáa deyðarevsing

Yoon Suk-yeol, sum varð koyrdur frá í apríl, er nú skuldsettur fyri at royna at økja spenningin millum Suður- og Norðurkorea fyri at rættvísgera hernaðarligu undaktaksstøðuna, sum hann lýsti í desember

Yoon Suk-yeol, fyrrevrandi forseti í Suðurkorea (Mynd: EPA)

Yoon Suk-yeol, fyrrevrandi forseti í Suðurkorea (Mynd: EPA)

2025-11-10 10:30 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Nýggjar skuldsetingar eru komnar fram í málinum móti fyrrverandi suðurkoreanska forsetanum, Yoon Suk-yeol, sum í vár varð loystur úr embætinum.

Hann hevur fingið fleiri skuldsetingar um valdsmisnýtslu og fyri at hjálpa einum fíggindarliga sinnaðum stati í sambandi við hernaðarligu undantaksstøðuna, sum hann lýsti í desember í fjør, men sum tó varð ógildað av tjóðartinginum nakrar tímar seinni.

Talsfólk hjá suðurkoreanska ákæruvaldinum sigur, at Yoon hevur roynt at fáa eitt hernaðarligt stríð millum Suður- og Norðurkorea fyri at kunna lýsa undantaksstøðu.

Yoon er skuldsettur fyri uppreistur í sambandi við lýstu undantaksstøðuna, og verður hann funnin sekur, kann hann enda við at fáa deyðarevsing, skrivar Ritzau.

Fyrrverandi suðurkoreanski forsetin hevur noktað seg sekan.

Hann gav, sambært ákæruvaldinum, boð um, at fremja eina loyniliga dronuatsókn í Norðurkorea fyri at økja spenningin millum grannalondini fyri at rættvísgera eina hernaðarligu undantaksstøðu.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder