Innanlands

Fyrrverandi politistur misnýtti politiskelti

At fyrrverandi politisturin framhaldandi hevði politiskeltið í varðveitslu kemst av innanhýsis menniskjaligum mistaki, sigur løgreglan

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2026-02-06 14:55 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Føroya Politi staðfestir nú, at tað var eitt veruligt politiskelti, sum fyrrverandi politisturin brúkti tá hann síðsta vikuskiftið gav seg út fyri at vera politistur fyri starvsfólki í handlum. Tríggjar fráboðanir komu um mannin.

Maðurin er skuldsettur fyri at siga seg vera politistur.

- Eftir skuldsetingina fór politiið undir at kanna umstøðurnar kring politiskeltið, sum varð nýtt til hendingarnar. Politiið staðfestir nú, at talan er um eitt veruligt politiskelti. At fyrrverandi politisturin framhaldandi hevði politiskeltið í varðveitslu kemst av innanhýsis menniskjaligum mistaki, skrivar løgreglan í fráboðan.

- Føroya Politi harmast sjálvsagt íkomnu støðuna og hevur bæði dagført og hert innanhýsis mannagongdirnar hesum viðvíkjandi fyri at tryggja, at slík álvarsom mistøk ikki koma fyri aftur.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder