Suðurstreymoyar Javnaðarfelag hevði uppstillingarfund í Havn í gjárkvøldið, og her gjørdist greitt, at fyrrverandi kringvarpsstjórin, Ivan Niclasen, verður eitt av valevnunum á lista C.
Ivan Niclasen greiðir í uppslagi á Facebook frá, at hann hevur familjurøtur í javnaðarrørsluni.
- Tað segðist um abba mín, Rudolf Niclasen, at hann var fremsti undangongumaðurin, tá fyrsta arbeiðsmannafelagið í Føroyum, Enigheden, seinni Fylking, varð stovnað á Tvøroyri í 1915, greiðir Ivan Niclasen frá.
Hann sigur eisini, at tað er býlistrupulleikin, sum er tann størsta hóttanin móti dagsins vælferðarsamfelagi, bæði hjá støkum og ungum familjum við lág- og miðalinntøkum, sum longu stríðast við at fáa endarnar at røkka saman.
Ivan Niclasen er søgufrøðingur og hevur eisini eina MA-útbúgving í globalisering og integratión. Hann hevur starvast í SvF og KvF í fleiri ár, har hann hevur verið bæði journalistur, tíðindaleiðari, programmleiðari og stjóri.
Ivan Niclasen hevur ikki stilla upp í politikki fyrr.
Portalurin skili eisini, at Bjørt Lind, sálarfrøðingur og sexologur, sum hevur verið nógv frammi í miðlunum hesi seinastu árini, verður við á listanum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald