Innanlands

Fyrilestur um eldranýskipanina

Heilsurøktarfelagið setir fokus á eldraøkið í sambandi við at skipanin skal eftirmetast í ár

2021-03-22 14:45 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Mikukvøldið skipar Heilsurøktarafelag Føroya fyri almennum fyrilestri, “Eldranýskipanin – røkt eftir marknaðartreytum?”, um eldranýskipanina í Auluni í Finsen í Havn.

Fyrilesturin tekur støði í serritgerð hjá Jónleivi Joensen, cand.scient.pol, um sama evni. Í specialinum kemur hann fram til nakrar áhugaverdar niðurstøður og tað eru tær niðurstøðurnar, hann fer at hugleiða um mikukvøldið.

Møguleiki verður fyri at seta spurningar og gera viðmerkingar, meðan hann greiðir frá.

Heilsurøktarfelagið hevur ætlanir um at skipa fyri eini røð av tiltøkum í næstum, har fokus verður sett á eldraøkið, í sambandi við at nýskipanin á eldraøkinum skal eftirmetast í ár.

Tiltakið í Auluni byrjar klokkan 19. Undirhald verður við sangbólkinum Sway. Tiltakið er ókeypis, men neyðugt er við tilmelding hjá Heilsurøktarfelagnum http://www.heilsuroktarafelagid.fo/fyrilestur-i-auluni .

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder