
Mánakvøldið fór ein hending fram í einum sethúsum í Havn, har knívur var á lofti.
Hetta var eftir eina stóra ósemju millum tveir mans.
Sí eisini: Grundlógaravoyring fyri at brúka knív
Annar maðurin fekk skaða av knívsstungum. Løgreglan boðar í morgun frá, at viðkomandi ongantíð hevur verið í lívsvanda, og at hann eftir umstøðunum hevur tað gott.
Hin maðurin, ið er um fimmti ára aldur, varð handtikin og skuldsettur fyri tað, ið løgreglan kallar kvalifiseraðan harðskap.
Hetta verður nýtt, millum annað tá vápn hava verið í leikinum, ella tá annar parturin ikki fær vart seg.
Løgreglan upplýsir í morgun, at maðurin ið stakk, eftir grundlógarhoyring hevur fingið fýra vikur varðhaldsfongsling.
Tað framgongur ikki, um viðkomandi játtar ella noktar seg sekan.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald