Innanlands

Fýra starvsdagar í býlingshúsinum undir Brúnni

Tvey starvsfólk vórðu heiðrað fyri 30 ára trúgva tænastu, og tvey vórðu heiðrað fyri 25 ára trúgva tænastu hjá Tórshavnar kommunu

Eyð S. Johannesen, Emi Joensen, Hildibjørg Nielsen, Eydna Ísheim og Elsa Berg (Mynd Tórshavnar kommuna)

Eyð S. Johannesen, Emi Joensen, Hildibjørg Nielsen, Eydna Ísheim og Elsa Berg (Mynd Tórshavnar kommuna)

2025-12-12 12:47 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Mikudagin var hátíðardámur í Býlingshúsinum undir Brúnni í Havn, har fýra starvsfólk vórðu heiðrað fyri drúgva og trúgva tænastu á dagstovnaøkinum í Tórshavnar kommunu.

Talan var um Eydnu Ísheim, Hildibjørg Nielsen, Emi Joensen og Eyð S. Johannesen, skrivar Tórshavnar kommuna í tíðindaskrivi.

Eydna og Hildibjørg fingu silvurmedalju frá Tórshavnar kommunu fyri 30 ára trúgva tænastu hjá kommununi, og Emi og Eyð fingu brosju fyri 25 ára starvsdag hjá kommununi.

Eyð S. Johannesen, sum eisini er leiðari í býlingshúsinum, segði fyrst nøkur orð, og síðani bar Elsa Berg, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu, teimum fýra eina heilsan og takkaði teimum fyri trúgva og góða tænastu fyri kommununa og ikki minst fyri tey mongu børnini.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder