2018-08-20 08:12
Í gjárkvøldið um hálvgum ellivu var eitt ferðsluóhapp á Hjalla í Havn. Ein bilførari ringdi á løgreglustøðina og boðaði frá, at hann hevði rent á tveir seyðir.
Boð vóru send eftir bóndanum sum átti seyðin, og hesin metti, at seyðurin ikki hevði fingið nóg nógvan skaða til at hann mátti avlívast.
Áleið ein hálvan tíma seinni kom aftur fráboðan á løgreglustøðina, har ein bilførari segði, at hann hevði rent á tvey veðurlomb á sama tað. Hesa ferð var tó einki at gera, tí at bæði lombini vóru deyð.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald