Innanlands

Fýra rundir starvsdagar hjá Tórshavnar sløkkiliði

Hósdagin var hátíðarløta í sambandi við, at Birgir Davidsen, Rúni Árting, Kristján Eiriksson og Tórmund Joensen allir høvdu havt rundan starvsdag seinasta árið

Mynd: Tórshavnar kommuna

Mynd: Tórshavnar kommuna

2020-10-02 10:31 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í gjár, 1. oktober, var 87 ára stovningardagur hjá Tórshavnar sløkkiliði, og í hesum sambandi vórðu eisini fýra sløkkiliðsfólk heiðrað, sum øll høvdu havt rundan starvsdag seinasta árið, skrivar Tórshavnar kommuna.

Talan var um Birgir Davidsen, Rúni Árting, Kristján Eiriksson og Tórmund Joensen.

Birgir Davidsen gjørdist sløkkiliðsmaður 1. mai í 1995, og hevur hann fingið 25 ára tænastutekin frá drotningini.

Hann byrjaði sum leysur sløkkiliðsmaður og bleiv seinni settur í fast starv. Hann er álitisfólk fyri tey í føstum starvi.

[object Object]Birgir Davidsen saman við Anniku Olsen, borgarstjóra í Tórshavnar kommunu (Mynd: Tórshavnar kommna)

Rúni Árting hevur verið leyst sløkkiliðsfólk síðani 1. mai 1995. Rúni er leysur sløkkiliðsmaður og arbeiðir hjá Føroya Tele. Hann er eisini álitismaður hjá teimum leysu sløkkiliðsfólkunum.

[object Object]Rúni Árting saman við Anniku Olsen, borgarstjóra í Tórshavnar kommunu (Mynd: Tórshavnar kommuna)

Kristján Eiriksson hevur verið sløkkiliðsmaður síðani 1. september í 2000. Hann hevur sostatt verið í tænastu í 20 ár og hevur eisini fingið tekin fyri tað.

Kristján er útbúgvin bilmekanikari.

[object Object]Kristján Eiriksson saman við Anniku Olsen, borgarstjóra í Tórshavnar kommunu (Mynd: Tórshavnar kommuna)

Tórmund Joensen er leyst sløkkiliðsfólk og hevði fyrsta starvsdagin 1. mai 1999. Hann hevur eisini 20 ára tænastutekin. Tórmund er leysur sløkkiliðsmaður og arbeiðir í Betri samtakinum gerandisdagar.

[object Object]Tórmund Joensen saman við Anniku Olsen, borgarstjóra í Tórshavnar kommunu (Mynd: Tórshavnar kommuna)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder