Uttanlands

Fýra mánaða fongsulsrevsing til fyrrverandi danskan ráðharra

Henrik Sass Larsen varð í býaarættinum í Keypmannahavn í dag dømdur fýra mánaða fongsulsrevsing fyri at hava í varðveitslu tilfar, sum vísir børn verða útsett fyri kynsligum ágangi

(Mynd: Ritzau)

(Mynd: Ritzau)

2025-09-01 14:52 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Fyrrverandi danski vinnumálaráðharrin og fólkatingslimurin fyri sosialdemokratarnar, Henrik Sass Larsen varð í býaarættinum í Keypmannahavn í dag dømdur fongsulsrevsing í fýra mánaðir fyri at hava í varðveitslu tilfar, sum vísir børn verða útsett fyri kynsligum ágangi.

Henrik Sass Larsen hevur biðið um tíð til at umhugsa, um hann skal kæra dómin, skriva danskir miðlar.

Tríggjar ákærur eru reistar móti fyrrverandi ráðharranum.

Hann varð m.a. ákærdur fyri at hava í varðveitslu 6.245 myndir og 2.247 filmsupptøkur. Harumframt varð hann ákærdur fyri at hava eina barnadukku, sum sambært ákæruritinum varð gjørd til kynsligt endamál. Hann varð funnin sekur í teimum báðum fyrstu ákærunum.

Henrik Sass Larsen hevur annars noktað seg sekan og hevur m.a. greitt frá, at hann tók niður tilfarið, tí hann hevði fingið sent filmsupptøkur av sær sjálvum sum barn.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder