2026-10-01 10:00
Í gjár var løgreglan úti og kannaði ferðsluna í Streymoynni og í Eysturoynni, og í hesum sambandi vórðu fleiri bilførarar, sum fingu klipp í koyrikortið.
Í Eysturoynni fekk ein bilførari klipp fyri at koyra 107 kilometrar um tíman, har mest loyvda ferðin var 80 kilometrar um tíman, og ein annar fekk klipp fyri at koyra 92, har mest loyvda ferðin var 70 kilometrar um tíman.
Í Kaldbaksbotni fekk ein klipp fyri at koyra 108 kilometrar um tíman. Ein annar bilførari í sama øki koyrdi 121 kilometrar um tíman, og kann hann vænta sær eina treytaða frádøming. Eisini fekk ein bilførari klipp fyri eina ólógliga yvirháling.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald