2025-06-06 09:00

Í gjár var løgreglan úti og gjørdi ferðmátingar við Gøtugjógv, og har vóru fýra bilførarar, sum koyrdu ov skjótt.
Mest loyvda ferðin í økinum er 50 kilometrar um tíman, men hesir koyrdu ávikavist, 72, 73, 73, og 76 kilometrar um tíman, og øll fingu eitt klipp í koyrikortið, sigur vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn.
Tann eini bilførarin var so mikið ungur, at hann hevði havt koyrikortið í styttri enn trý ár, og av tí at hann hevði fingið tvey klipp í hesum tíðarskeiðnum, fær hann koyriforboð.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald