2025-06-11 08:28

Seinastu mánaðirnar hevur ferðslan á Kráargøtu og Heygavegnum í Klaksvík verið einsrættað. Hetta varð gjørt fyri at bøta um trygdina kring skúlaøkið, men tað eru ikki øll, sum virða hetta.
Løgreglan hevur í fleiri umførum tikið bilførarar fyri at koyra skeivan veg, og tað hendi aftur í gjár.
Týsmorgunin millum klokkan sjey og átta var løgreglan úti og kannaði ferðsluna oman fyri skúlan á Skúlatrøð, og tá vórðu fýra bilførarar tiknir fyri at koyra ímóti ferðsluni.
Teir fýra bilførararnir fáa allir eitt klipp í koyrikortið og eina bót á 1.500 krónur, sigur vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald