Innanlands

Fýra klipp í gjár

Tveir bilførarar tosaðu í telefon, tveir koyrdu ov skjótt, og ein koyrdi við einum barni, sum ikki var rætt íbundið

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2026-02-26 08:28 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Tá løgreglan var úti og kannaði ferðsluna í gjár vórðu fimm mál skrivað, sigur vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn.

Í høvuðsstaðnum fingu tveir bilførarar klipp í koyrikortið fyri at tosa í telefon, meðan teir koyrdu.

Síðani vórðu tveir bilførarar tiknir fyri at koyra ov skjótt í Kollafirði.

Tann eini var ein lastbilførari, sum koyrdi 91 kilometrar um tíman, hóast hann bert hevði loyvi at koyra 70 kilometrar um tíman. Tað fær hann klipp fyri.

Hin bilførarin koyrdi 97 kilometrar um tíman, hóast hann bert hevði loyvi at koyra 80 kilometrar um tíman, og tað fær hann eina bót fyri.

Ein bilførari afturat fekk klipp fyri at koyra við einum lítlum barni, sum ikki sat rætt íbundið.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder