2026-01-10 10:00
Fríggjamorgunin gjørdi løgreglan eitt ferðsluátak við Skúlan á Fløtum í Havn, har kannað m.a. var, um børn sótu rætt íbundin, og hjá nøkrum var ikki alt í lagi.
Løgreglan skrivaði fýra mál um bilførarar, sum koyrdu við børnum undir 15 ár, sum ikki sótu íbundin.
Allir fýra bilførarar fáa klipp í koyrikortið, upplýsir vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald