Mentan

Fýra kend føroysk nøvn afturat á Summar Festivalinum

Jens Marni Hansen, Kim Hansen, Eyðun Nolsøe og Ólavur á Váli Olsen fara allir at framføra í Klaksvík í august - Jens Martni í Tjaldinum og hinir á Torginum

2023-05-11 16:15 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Summar Festivalurin hevur seinastu tíðina kunngjørt fleiri nøvn til festivalin í august - serliga føroysk nøvn - og nú eru fýra løgd afturat.

Boðað verður frá, at fýra av kendastu og mest virknu sangarum í landinum vera við á Summar Festivalinum í august. Talan er um Jens Marna Hansen, Kim Hansen, Eyðun Nolsøe og Ólavur á Váli Olsen, sum allir fara at hava hvør sína konsert í Klaksvík fyrst í august. 

Jens Marni fer at spæla í stóra tjaldinum - hinir tríggir á Torginum sum er úti og miðkeiðis á økinum. Summar Festivalurin skrivar soleiðis um teir fýra:

Jens Marni er millum stóru profilarnar í føroyskum tónleiki. Hann hevur gjøgnum árini verið við í bólkum sum Kjølar, All That Rain og Showmenn, men hann er helst best kendur undir sínum egna navni. Jens Marni hevur sum solistur givið fleiri útgávur og nógvar sangir út. Fleiri av sangunum eru fólkaogn. Jens Marni fer saman við bólki sínum at spæla sínar bestu sangir á konsert í Tjaldinum, sum við vissu verður bæði góð og lívlig.

Við sannførandi klaverspæli og framúr góðari sangrødd hevur Kim Hansen spælt seg inn í hjørtuni hjá føroyingum.  Hann hevur spælt í ymiskum tónleikabólkum, men stendur serliga sterkur sum solistur.  Við sangum sum «Maria«, »Meistarin«, »Ein country og western sang« og »Fagri flokkur« hevur hann sungið og tulkað sangir, sum fáir føroyskir sangarar megna tað. Tá ið hann setur seg við klaverið og lagar mikrofonina til sín, veitst tú, at løtan verður serstøk. Hesa ferð spælir Kim á Torginum.

Poppsangarin og sangskrivarin Eyðun Nolsøe er millum stóru profilarnar í føroyskum tónleiki. Hann hevur síðani ungdómsárini skriva og spælt tónleik, og hann er framvegis sera virkin í føroyskum tónleikalívi. Eyðun hevur síðani tíðliga í 80'unum verið partur av Frændum, men seinnu mongu árini hevur hann serliga innspælt og framført sum solistur. Eyðun hevur gjøgnum árini skrivað sangir sum »Mítt Land«, »80’ini«, »Dansa«, »Til Tey Stressaðu« og aðrar. Eyðun Nolsøe spælir sínar bestu sangir á Torginum.

Ólavur á Váli Olsen er sangarin við sterku røddini, sum syngur fangandi popp- og countrysangir. Hann setti veruliga ferð á karrieruna, tá ið hann innspældi fløgu í USA og hittaði við sanginum "Dalar og fjøll". Síðani hevur hann útgivið fleiri sangir, sum eru vorðnir hitt. Ólavur á Váli Olsen spælir popputan countrytónleik, og hann dugir eisini framúr væl at tulka sangir hjá øðrum. Ólavur hevur framførslu á Torginum.

Summar Festivalurin verður 3. - 5. august.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder