2025-12-30 07:49
Fýra fólk vórðu flutt á landssjúkrahúsið til kanningar eftir eitt ferðsluóhapp á Oyggjarvegnum, norðan fyri Havnina.
Talan var um eitt solo-óhapp, eftir øllum at døma orsaka av hálku. Fráboðanin kom um hálvgun eitt tíðina. Ein bilur fór av vegnum einastaðni millum vindmyllulundina og Lambafelli. Fýra fólk vóru í bilinum, sum fór so mikið illa, at nummarspjøldrini vórðu tikin av honum.
Løgreglan visti í løtuni ikki at siga, hvussu álvarsligur persónsskaðin var.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald