Innanlands

Fýra bilførarar tiknir

Tríggir tosaðu í fartelefon, og ein koyrdi ávirkaður

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2025-10-26 11:12 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Fyrrapartin í gjár var løgreglan úti og kannaði ferðsluna í Runavík, og í hesum sambandi vórðu tríggir bilførarar tiknir fyri at tosa í handhildnari telefon, meðan teir koyrdu.

Førararnir, sum vórðu tiknir millum klokkan 10 og 12, fáa bót og klipp í koyrikortið.

Í høvuðsstaðnum varð eisini ein bilførari tikin. Hetta var stutt fyri klokkan fimm í morgun.

Løgreglan steðgaði bilinum, tí illgruni var um, at bilførarin var ávirkaður. Tað vísti hann seg eisini at vera. Hann varð handtikin, og blóðroynd varð tikin.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder