2025-09-18 07:55

Ferðsluløgreglan var í gjárkvøldið í Norðagøtu og Leirvík og tók ferðmátingar, og hav vórðu fýra mál skrivað fyri at koyra ov skjótt.
Tveir vórðu tiknir innanbíggja, har mest loyvda ferðin er 50 kilometrar um tíman. Bilarnir vóru skrásettir fyri at hava koyrt 71 og 73 kilometrar um tíman.
Tvey mál vóru eisini uttan fyri bygt øki, har hámarksferðin er 80 kilometrar um tíman. Hesir koyrdu 113 og 125 kilometrar um tíman. Hesin seinni, sum varð tikin í Kambsdali, fær treytaða frádøming av rættinum at koyra bil, upplýsir vaktleiðarin á politistøðini.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald