Uttanlands

Fýra av tíggju dønum halda, at USA fer at gera innrás í Grønlandi

Tað vísir kanning, sum Voxmeter gjørdi fyri Ritzau í vikuni

(Savnsmynd: Føroyska Sjómansmissiónin)

(Savnsmynd: Føroyska Sjómansmissiónin)

2026-01-11 14:32 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Fýra av tíggju dønum halda, at USA fer at gera innrás í Grønlandi, meðan Donald Trump er forseti, vísir kanning, sum greiningarfyritøkan Voxmeter hevur gjørt fyri tíðindastovuna Ritzau.

1.005 fólk luttóku í kanningini umvegis spurnablað í tíðarskeiðnum 6. til 9. januar.

Les eisini: – Vit vilja ikki vera amerikanarar

Tá tey vóru spurd, um tey hildu, at USA fór at byrja eina innrás í Grønland undir embætistíðini hjá Trump, svaraðu 10 prosent, at tey vóru "sera samd", meðan 28,3 prosent søgdu seg vera "samd".

Hinvegin svaraðu 28,6 prosent, at tey annaðhvørt vóru "ósamd" ella "sera ósamd".

Amerikanski forsetin hevur seinastu tíðina fleiri ferðir endurtikið ynskið um at yvirtaka Grønland. Herfyri segði Trump, at USA hevur tørv á Grønlandi, og verður okkurt gjørt við málið annaðhvørt uppá tann lætta ella tann harða mátan.

Les eisini: – USA noyðist at eiga Grønland


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder