Innanlands

Fútin og landslæknin: Mæla til at avbyrgja ókoppsett børn

Michael Boolsen, fúti, hevur sent út eitt óvanligt tíðindaskriv í dag í sambandi við vaksandi smittutalið

Michael Boolsen, fúti (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Michael Boolsen, fúti (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2021-10-22 17:05 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Landslæknin ávarar nú móti at lata koppsett og ókoppsett børn vera saman. Tað ger hann í einum tíðindaskrivi, sum fútin hevur sent út seinnapartin.

Ógvusliga økingin av smittaðum við 26 tilburðum mikudagin og 38 hósdagin, hevur fingið Michael Boolsen, fúta, til at senda eitt rættiliga óvanligt tíðindaskriv út.

Undir koronafarsóttini higartil hevur tað oftast verið landsstýrið, koppsetingarbólkurin ella farsóttarnevndin, sum hava sent út almennar áheitanir til borgararnar.

Men hesaferð er tað ovasti løgreglumyndugleikin í landinum, fútin, sum sendir tíðindaskriv út við eini áheitan frá sær og frá landslæknanum um at ansa eftir.

Serliga ókoppsett børn
Tíðindaskrivið vísir á, at tað serliga eru ókoppsett børn, sum verða smittað.

- Góð 95 prosent av nýggju tilburðunum av covid-19 eru smittað í Føroyum, og tað er ein yvirumboðan millum tey smitaðu av ókoppsettum børnum, sum eru smittað av øðrum børnum í sambandi við ymsar sosialar aktivitetir.

- Tá foreldur verða smittað, hóast tey eru koppssett, skyldast hetta helst, at deltafrábrigdið er meira smittandi, og at koppsetingin viknar við tíðini. Tað er eisini orsøkin til at útsettir bólkar nú fáa tilboð um triðja prikið, stendur at lesa í tíðindaskrivinum frá fútanum.

Gagnligt at avmarka samveruna
Síðan verður Lars Fodgaard Møller, landslækni, endurgivin fyri at siga, at tað kortini ikki er orsøk til at fara í panikk.

- Hinvegin er tað av týdningi at vera tilvitaður um, at ein sjálvur kann gera nakað fyri at forða fyri smittuspjaðing. Tá tey ókoppsettu børnini eru motorurin til smittuspjaðing, vildi tað verið gagnligt (hann nýtir orðið ‘hensigtsmæssigt’, -red.) at avmarkað samveruna hjá ikki koppsettum børnum við onnur børn, eins og foreldur skulu hugsa um sína atferð yvir fyri børnunum, sigur landslæknin í tíðindaskrivinum frá fútanum, og hevur samstundis eina áheitan á fólk um at lata seg koppseta.

“Tað er gott fyri tann einstaka, fyri tey veiku og fyri samfelagið”, leggur hann afturat.

Skilagóð atferð
Michael Boolsen sigur soleiðis í tíðindaskrivinum, “sum formaður fyri farsóttarnevndina”:

- Økingin í smittuni í løtuni sigur okkum, at vit enn ikki eru komin ígjøgnum koronafarsóttina, og at tað er av týdningi, at vit bera okkum skilagott at. Koppsetingin veitir gamaní ikki fulla verju, men royndirnar vísa longu nú, at bøtast kann um tær álvarsligu avleiðingarnar av covid-19 við koppsetingini.

- Koppseting er tí ein partur av skilagóðari atferð, saman við reinføri og frástøðu.

"Latið okkum standa saman og standa fast", sigur Michael Boolsen at enda í tíðindaskrivinum. 

placeholder
placeholder