Tíðliga sunnumorgunin varð ein bilur steðgaður í Havn, har tað vísti seg, at hann var ávirkaður av rúsdrekka og møguliga eisini rúsevnum. Umframt hetta fann løgreglan eisini yvir 50 gram av hassji í bilinum.
Maðurin varð handtikin, og eftir at hava rannsakað íbúðina hjá manninum, fann løgreglan eisini yvir 30 gram av øðrum, harðari rúsevnum. Talan er um so stórar nøgdir, at mett verður, at tað er til víðari sølu og ikki til egið brúk, sigur vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn.
Maðurin varð framstillaður í rættinum í gjárkvøldið, og varð avgjørt at varðhaldsfongsla hann í eina viku, meðan løgreglan kannar málið nærri.
Talan er um ein mann í 30unum, sum er kendur av løgregluni, upplýsir vaktleiðarin.
Dagførd kl. 8.11
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald