Uttanlands

Funnu onga loysn, men vóna at finna eina semju

Grønlendingar eru sissaðir. Nú er vónin at tinginini kunnu normaliserast, hóast amerikanarar framvegis ynskja at eiga Grønland

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2026-01-14 19:32 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Amerikanarar hava framvegis eitt ynski at eiga Grønland. So langt náddu Lars Løkke Rasmussen og Vivian Motzfeldt ikki á fundinum í Washington í dag.

Hetta ásannaði danski uttanríkisráðharrin, tá tey bæði høvdu ein kunningarfund fyri altjóða pressuni uttan fyri donsku sendistovuna í kvøld.

Tað mest konkreta, sum kom burtur úr fundinum í dag er, at partarnir eru samdir um at halda fram við samráðingunum, við at seta ein arbeiðsbólk ‘á høgum stigi’, sum skal arbeiða víðari við málinum.

- Og hetta verður gjørt í virðing fyri teimum núverandi landamørkunum. Ella í virðing fyri ‘the red lines’, sum Løkke málbar seg á tíðindafundinum, ið fór fram á enskum.

Vivian Motzfeldt, landsstýriskvinna við uttanlandsmálum, brúkti tó eina lítla løtu til at bera fólkunum í Grønlandi eina heilsan á grønlendskum, tí ‘hesin fundurin hevur nógv at siga fyri tey’.

Her greiddi hon frá, at fundurin gekk væl, og at fundarluttakararnir hava víst virðing fyri hvørjum øðrum.

- Nú tosa vit saman aftur. Vónandi kunnu vit finna vegin har vit kunnu møtast og finna fram til tey ‘normalu’ viðurskiftini aftur, segði Vivian Motzfeldt.

Lars Løkke Rasmussen harmaðist eitt sindur um, at tað ikki var eydnast teimum at fáa eina umbering frá amerikanskari síðu fyri tær hóttanir, sum eru komnar frá amerikanskari síðu, serliga frá forsetanum. Men hann hevði eina vón, um at amerikanarar onkursvegna nú hava fingið eina betri fatan av teimum søguligu veruleikanum og at amerikanarar skilja, at hvørki danir ella grønlendingar eru áhugaðir í at tosa um eina amerikanska yvirtøku av landinum. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder