Løgreglan fekk stutt eftir klokkan 13 í gjár fráboðan um, at ein lívleysur persónur var funnin uttandura í Fuglafirði.
Hetta upplýsir vaktleiðarin á løgreglustøðuni í morgun um hendingina í Fuglafirði í gjár, tá løgreglufólk í stórum tali vóru til staðar.
- Hetta førdi við sær, at løgreglan í fleiri tímar gjørdi kanningar á staðnum. Málið er ikki liðugt kannað enn og tí hava vit ikki fleiri viðmerkingar, sigur vaktleiðarin.
Løgreglan er ikki longur á staðnum.
Atsóknin hjá løgregluni fór fram á Bøvegi og har í økinum í Fuglafirði. Alvápnað løgreglufólk, fólk í dna-draktum hundar og dronur vóru at síggja.
Sm skilst er talan um ungan mann.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald