Innanlands

Fundurin um Hestsleiðina útsettur

Fundurin um samferðsluviðurskiftini í Hesti er útsettur til 17. mars, so nýtt landsstýrisfólk í samferðslumálum kann seta seg inn í málið, boðar Tórshavnar kommuna frá

(Mynd: Tórshavnar kommuna)

(Mynd: Tórshavnar kommuna)

2022-02-21 12:43 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Mikudagin hevði Heðin Mortensen, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu, kallað inn til samráðingar um samferðsluviðurskiftini í Hesti, eftir at koyrandi verður í Sandoynna og Teistin verður tikin úr rutu.

Á fundinum vóru innboðin landsstýrismaðurin í samferðslumálum, stjórin á Strandfaraskipum Landsins, stjórin á Landsverki, formaðurin í havnanevndini Kári Johansen, staðbundna nevndin í Hesti og sokallaða Teistanevndin.

Tórshavnar kommuna boðar nú frá, at fundurin er útsettur. Orsøkin er útskiftingin í landsstýrinum.

Jørgen Niclasen fór herfyri frá sum landsstýrismaður, og enn er nýtt landsstýrisfólk ikki funnið. Fundurin er útsettur til 17. mars klokkan 13, so nýtt landsstýrisfólk fær stundir at seta seg inn í málið, skrivar Tórshavnar kommuna.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder