Innanlands

Fulltíðartannlækni verður á Skála frá 1. august

Felagið Tannfegin hjá Eydnu Østergaard hevur gjørt fimm-ára avtalu við bæði Sjóvar kommunu og Runavíkar kommunu um barna- og ungdómstannrøkt fyri tilsamans ellivu bygdir

Borgarstjórarnir í ávíkavist Sjóvar og Runavíkar kommunu, hvør sínumegin Eydnu Østergaard, ið eigur felagið Tannfegin

Borgarstjórarnir í ávíkavist Sjóvar og Runavíkar kommunu, hvør sínumegin Eydnu Østergaard, ið eigur felagið Tannfegin

2021-07-16 08:28 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Fyrst í sjeytiárunum – fyri hálvari øld síðan – bygdi Skála kommuna stór hús miðskeiðis í bygdini við tannlæknastovu í ovaru hæddini og bilhúsi og goymslu í kjallarahæddini. Tannrøktin hjá børnum og ungum hevur øll árini síðan verið skipað sum ein kommunal tænasta. Sjóvar kommuna hevur eisini verið partur av hesum høpi sambært sáttmála.

Eftir at fimm kommunur í Eysturoy løgdu saman, undir heitinum Runavíkar kommuna, fyrst í hesari øldini, hava tvær skipanir verið á tannrøktarøkinum. Ein eystanfyri við Skálafjørðin, har kommunan í mong ár hevur havt sáttmála við Tannlæknastovuna hjá Hans Tausen o.fl. í Saltangará, og síðan ein kommunal skipan vestanfyri við fjørðin, har skiftandi tannlæknar hava virkað hesi hálvthundrað árini.

Í seinasta valskeiði varð virkað fyri, at tannrøktin í allari kommununi skuldi leggjast eftir sama leisti, sum við góðum úrsliti hevur verið galdandi eystanfyri við fjørðin í áratíggju. Býráðið tók undir við hesum.

Eftir tað hava tingingar verið við Spf. Tannfegin hjá Eydnu Østergaard, tannlækna, og úrslitið gjørdist ein 5 ára avtala millum Runavíkar kommunu og Spf. Tannfegin um barna- og ungdómstannrøkt frá 1. august í ár og fram til 31. juli 2026 at rokna. Upptøkuøkið er Skála, Skálafjørður, Oyndarfjørður, Funningsfjørður, Elduvík og Funningur.

[object Object]

Samstundis hevur Spf. Tannfegin gjørt eina javnsvarandi avtalu við Sjóvar kommunu um barna- og ungdómstannrøkt fyri bygdirnar í kommununi – Innan Glyvur, Strendur, Kolbanagjógv, Morskranes og Selatrað.

Felagið hjá Eydnu Østergaard, tannlækna, hevur keypt gomlu amboðini og útgerðina frá kommununi samsvarandi uttanveltaðari marknaðargrundaðari kostnaðarmeting, og partarnir hava avtalað eitt leigumál um ovaru hæddini í tannlæknabygninginum næstu 5 árini. Runavíkar kommuna eigur húsini.

Kappingareftirlitið hevur hugt eftir hesum sáttmálanum, og niðurstøðan er, at privati tannlæknin ongan fíggjarligan fyrimun hevur av leigumálinum. Einskiljingin av barna- og ungdómstannrøktini á Skála er í samsvari við lóggávuna á økinum og góðkend av landsstýrismanninum í heilsumálum. Føroya Tannlæknafelag hevur eisini góðkent avtalurnar.

Eydna Østergaard hevur starvast sum tannlækni á Skála síðan 2012, tí er Runavíkar kommuna ivaleys í, at yvirgongdin frá kommunalari skipan til eina privatgrundaða skipan verður bæði smidlig og ómakaleys fyri børnini, tey ungu, foreldrini og aðrar samstarvspartar.

Við hesum hevur Spf. Tannfegin, umframt avtalurnar við kommunurnar báðar, eisini møguleikan at praktisera uttanfyri barna- og ungdómsgeiran, soleiðis, at fulltíðartannlækni verður á Skála frá 1. august at rokna. Runavíkar kommuna fegnast um, at vit við hesum hava tryggjað tannrøktina hjá børnum og ungum í upptøkuøkinum komandi 5 árini, við væntanini um, at samstarvið fer at halda fram eftir tað.

Runavíkar kommuna

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder