Innanlands

Fuglafjørður dálkaður við lýsi

Talan var um óhapp í samband við landing

Lýsið rak inn í bátahylin í Fuglafirði (Savnsmynd)

Lýsið rak inn í bátahylin í Fuglafirði (Savnsmynd)

2023-09-07 08:30 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Í gjár varð boðað frá, at umfatandi dálking var at síggja í Fuglafirði. Talan var um lýsi, ið var rikið inn í bátahylin í bygdini og dálkað bátarnar har.

Lýsi rann á sjógv í sambandi við landing til uppsjóvarvirkið Pelagos, upplýsir vakthavandi á løgreglustøðini. Enn er óvist hví óhappið hendi, og mett verður at nøgdin av lýsi hevur ligið onkra staðni millum hundrað og túsund litrar.

Umhvørvisstovan hevur fingið boð, og hon tekur støðu til, um talan er um brot á umhvørvislógina, og um hetta skal hava avleiðingar fyri dálkaran. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder