Innanlands

Fuglafjarðar kommuna heiðraði starvsfólkum á dagstovnaøkinum

Borgarstjórin handaði blómutyssi og heiðursgávu til tíggju starvsfólk fyri i trúgva tænastu. Øll hesi hava arbeitt á økinum í 10 ár ella meira - fimm hava arbeitt í tjúgu ár ella meira

Hesi vórðu heiðraði: Anna Joensen, Louisa Mohr, Fríðbjørg Hjelm Joensen, Aleksander Jovevic, Maria Midjord, Ingibjørg Mohr, Karla Maria Joensen, Tordis Højgaard, Sólvá Weihe og Sigga Óladóttir

Hesi vórðu heiðraði: Anna Joensen, Louisa Mohr, Fríðbjørg Hjelm Joensen, Aleksander Jovevic, Maria Midjord, Ingibjørg Mohr, Karla Maria Joensen, Tordis Højgaard, Sólvá Weihe og Sigga Óladóttir

2022-10-20 18:20 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Á ráðleggingardegnum fyri dagstovnaøkið í Fuglafjarðar kommunu, ið var 7. oktober 2022, varð høvið nýtt at heiðra tíggju starvsfólk fyri trúgva tænastu.

Fuglafjarðar kommuna skrivar á heimasíðu sínari, at borgarstjórin Dávur Juul handaði blómutyssi og heiðursgávu og takkaði starvsfólkunum fyri góða og trúgva tænastu.

Tey sum vórðu heiðraði hendan dagin eru:

Fríðbjørg Hjelm Joensen, 23 ár
Ingibjørg Mohr, 22 ár
Tordis Højgaard, 22 ár
Karla Maria Joensen, 21 ár
Louisa Mohr, 20 ár
Maria Midjord, 11 ár
Sigga Óladóttir, 11 ár
Aleksander Jovevic, 10 ár
Anna Joensen, 10 ár
Sólvá Weihe, 10 ár

[object Object]
Frá vinstru til høgru: Anna Joensen, Louisa Mohr, Fríðbjørg Hjelm Joensen, Aleksander Jovevic, Maria Midjord, Ingibjørg Mohr, Karla Maria Joensen, Tordis Højgaard, Sólvá Weihe og Sigga Óladóttir

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder