2022-08-11 15:01

Havgranskingarskipið Beautemps Beaupré hjá fronsku sjóverjuni vitjar í løtuni á Havnini.
Í morgun vitjaðu skiparin Matthieu Teisseire og næstkommanderandi Hugues Pommeret á Ráðhúsinum saman við Honnu Jensen, ið er franskur konsul í Føroyum.
Skiparin hevði sett ynski fram um at hitta borgarstjóran. Jóan Petur Hentze, trivnaðartjóri, hevði framløgu um Havnina fyri teimum vitjandi, sum høvdu eina hugnaliga løtu á Ráðhúsinum.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald