placeholder
Innanlands

Fróðskaparsetrið, FSF og Magni Mohr heiðrað á Ambassadørdegnum

Hósdagin vóru ambassadørar hjá Visit Faroe Islands savnaðir á árliga Ambassadørdegnum, har tríggir heiðrar vórðu handaðir: Ársins Ambassadørur, Ársins Ambassadørátak og Serligur heiður.

Ársins Ambassadørátak 2026: Setrið (Fra vinstu: Annika Larsen, Anna Sofía Lava, Birita Dal-Christiansen, Magni Mohr)

Ársins Ambassadørátak 2026: Setrið (Fra vinstu: Annika Larsen, Anna Sofía Lava, Birita Dal-Christiansen, Magni Mohr)

2026-09-05 12:30 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Hósdagin 3. september vóru ambassadørar hjá Visit Faroe Islands savnaðir á Panorama í Havn í sambandi við árliga Ambassadørdegnum hjá Visit Faroe Islands.

Undir yvirskriftini "Størri & djarvari" varð ljós varpað á úrslitini í árinum, sum fór, og á nýggjar møguleikar fyri Føroyar sum vertslandi fyri ráðstevnur og tiltøk.

Dagurin endaði við døgurða á matstovuni Tubbak, har tríggir heiðrar vórðu handaðir:  Ársins Ambassadørur, Ársins Ambassadørátak og Serligur heiður.

Í dómsnevndini handan heiðrarnar vóru Jeannette Ellefsen Blaasvær frá Tórshavnar Kommunu, Andrias Sólsker frá Atlantic Airways og Guðrið Højgaard frá Visit Faroe Islands.

Tey, sum vóru heiðraði vóru Fróðskaparsetur Føroya, Fótbóltssamband Føroya og Magni Mohr.

UArctic er Ársins Ambassadørátak
Fróðskaparsetur Føroya varð heiðrað fyri UArctic Congress og Ocean Connectivity-ráðstevnuna, sum hava lagt eitt nýtt støði fyri altjóða ráðstevnur í Føroyum.

Ráðstevnurnar savnaðu granskarar, leiðarar og samstarvsfelagar úr øllum arktiska økinum. Við fleiri enn 1.400 luttakarum gjørdist UArctic Congress størsta altjóða ráðstevnan, sum higartil hevur verið hildin í Føroyum.

Ráðstevnan varð hildin við Tjarnir og var sera væl samskipað av toyminum hjá Fróðskaparsetri Føroya saman við veitarum úr ferðavinnuni. Karmarnir við Tjarnir skiftu ham fleiri ferðir, og óvanlig støð í býarmyndini vórðu tikin í nýtslu til veitslur og móttøkur. Tiltakið skapti nógv virksemi og stórt fíggjarligt virði.

Men UArctic var meira enn ein stór ráðstevna. Við eini sterkari fakligari skrá og einum serføroyskum mentanar- og upplivingarparti eydnaðist at vísa, at Føroyar kunnu vera vertir fyri stórum og krevjandi altjóða tiltøkum á sera høgum støði.

Við dirvi, professionellari fyriskipan, kreativiteti og framúr góðum vertskapi er UArctic eitt fyrimyndarligt dømi um, hvussu ein altjóða ráðstevna kann skapa fakligt, samfelagsligt og fíggjarligt virði.

[object Object]
Ársins Ambassadørátak 2026: Setrið (Fra vinstu: Annika Larsen, Anna Sofía Lava, Birita Dal-Christiansen, Magni Mohr)

FSF fekk serligan heiður
Fótbóltssamband Føroya fekk Serligan heiður fyri UEFA U17 EM-endaspælið fyri gentur, sum varð hildið í Føroyum í mai 2025.

Við endaspælinum megnaði FSF at skipa eitt stórt altjóða ítróttartiltak á høgum støði og samstundis brúka kappingina sum ein pall til at skapa varandi virði fyri føroyskan gentu- og kvinnufótbólt.

Í sambandi við endaspælið varð miðvíst arbeitt við at vekja áhugan hjá fleiri gentum fyri fótbólti og skapa fleiri møguleikar fyri luttøku. Við UEFA Playmakers og øðrum átøkum varð dentur lagdur á felagsskap, javnstøðu og eina góða og inkluderandi inngongd til fótbóltin.

Ein týðandi partur av arbeiðinum hevur eisini verið at skapa og sjónliggera fyrimyndir. Tá gentur síggja aðrar gentur og kvinnur sum leikarar, venjarar og leiðarar, verður leiðin inn í fótbóltin sjónligari og nærri.

FSF varð tí heiðrað fyri eitt átak, sum ikki bert eydnaðist ómetaliga væl, meðan tað fór fram, men sum eisini hevur lagt eitt týðandi og varandi grundarlag undir framtíðina hjá gentu- og kvinnufótbólti í Føroyum.

[object Object]
Serligur Heiður 2026: FSF (Frá vinstru: Maria Ziskason, Brynhild Absalonsen)

Magni Mohr er Ársins Ambassadørur
Magni Mohr, dekanur, pro-rektari fyri gransking og professari í arbeiðs- og ítróttarfysiologi á Fróðskaparsetri Føroya, varð kosin Ársins Ambassadørur.

Við stórum eldhuga, fakligari tyngd og sterkum altjóða sambondum, hevur Magni verið við til at seta føroyska gransking og Føroyar á heimskortið.

Hann hevði ein týðandi leiklut í arbeiðinum at fáa UArctic Congress 2026 til Føroya og at skapa karmarnar um størstu altjóða ráðstevnuna, sum higartil hevur verið hildin í Føroyum. Ráðstevnan savnaði fleiri enn 1.400 granskarar, leiðarar, politisk umboð og samstarvsfelagar úr øllum heiminum. Í nakrar dagar vóru Føroyar miðdepil fyri altjóða kjak um Arktis, hav, veðurlagsbroytingar, lívfrøðiligt margfeldi og burðardygga menning.

Magni fekk eisini ráðstevnuna Football is Medicine til Føroya í 2020. Hon varð sama ár kosin Ársins Ambassadørátak. Og longu nú liggja fleiri nýggjar altjóða ráðstevnur í kortunum.

[object Object]
Ársins Ambassadør 2026: Magni Mohr

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder