Innanlands

Fróði Magnussen á veg á Fólkaflokslistan

Stjórin í Formula og fyrrverandi formaðurin í Búskaparráðnum hevur ikki verið í politikki áður, men tá Havnar Framburðsfelag hevur 2. og 3. uppstillingarfund í morgin, skal hann á listan

Fróði Magnussen í samband við eina framløgu hjá Búskaparráðnum (Mynd: Jens Kr. Vang)

Fróði Magnussen í samband við eina framløgu hjá Búskaparráðnum (Mynd: Jens Kr. Vang)

2026-03-02 16:30 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Eitt nýtt navn fer at vera at síggja á listanum hjá Fólkaflokkinum í høvuðsstaðnum: Fróði Magnussen.

Hetta hava Portalurin og FM1 fingið váttað í dag.

Uppstillingarfundur hjá politisku flokkunum kring landið eru á skránni í hesum døgum. Spenningur er bæði um, hvørji ikki stilla upp aftur og hvørji stilla upp 

Í mun till hjá flestu øðrum flokkum, halda allir toppskorarnir og tingfólkini hjá Fólkaflokkinum fram. Allar veljarakanningar vísa, at listi A fær væl flest atkvøður 26. mars.

Barometrið: Síggj veljarakanningarnar

Nýtt fólk legst afturat listunum. Eingin núverandi tinglimur hjá Fólkaflokkinum er úr høvuðsstaðnum, men nú væntast at Havnar Framburðsfelag stillar tíggju valevni ella líka omanfyri tað upp.

Grímur Sundstein er fyrsti eykamaður hjá Fólkaflokkinum í løtuni. Hann fekk 290 atkvøður seinast - havnarmaðurin er tó uppstillaður í Norðurstreymoy, har hann býr.

Fróði fer at royna seg

Fróði Magnussen er ikki royndur í politikki, men hevur virkað nógv í vinnulívinum.

Hann hevur verið stjóri i Formula í fleiri ár og áður staðið sum formaður fyri Búskaparráðnum. 

[object Object]
(Mynd: Sverri Egholm)

Fróði Magnussen er nú á veg á valevnislistan hjá Fólkaflokkinum sum eitt av valevnunum í Havn.

Havnar Framburðsfelag hevur 2. og 3. uppstillingarfund í morgin, týsdagin, 3. mars. Hetta í Miðlahúsinum í Vágsbotni.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder