Mentan

"Friends"-sjónleikari deyður, 59 ára gamal

James Michael Tyler, sum gjørdist heimskendur fyri leiklutin sum Gunther í amerikonsku hitrøðini "Friends", andaðist sunnumorgunin eftir at hava strídst við krabbamein í trý ár

2021-10-25 14:18 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Amerikanski sjónleikarin, James Michael Tyler, sum gjørdist heimskendur fyri leiklutin sum Gunther í hitsjónvarpsrøðini "Friends", andaðist sunnumorgunin, 59 ára gamal.

Hann andaðist í heimi sínum í Los Angeles, eftir at hava strídst í longri tíð við prostatakrabba, váttar talsfólk sambært Ritzau.

Í sjónvarpsrøðini "Friends"  spælir James Michael Tyler, Gunther, sum arbeiðir á kaffistovuni Central Perk, har teir seks høvuðspersónarnar ofta síggjast í røðini.

– Heimurin kendi hann sum Gunther (sjeyndi vinurin), úr hitrøðini "Friends", men hansara kæru kendu hann sum ein sjónleikara, tónleikara og forsprákara fyri at varpa meira ljós og krabbamein, og sum ein kæran mann, sigur familja hansara sambært miðlinum TMZ.

Tað var fyrr í ár í amerikonsku morgunsendingini "Today", at James Michael Tyler greiddi frá, at hann hevði prostatakrabba, og at sjúkan var rættiliga langt komin. Hann fekk staðfest sjúkuna í september 2018. Sostatt stríddist hann við sjúkuni í trý ár.

Umframt leiklutin í "Friends" hevur James Michael Tyler m.a. eisini verið við í røðunum "Scrubs", "Modern Music" og "Sabrina the Teenage Witch".

placeholder
placeholder