Innanlands

Fríðbjørg Sunadóttir Fríðheim verður skúlastjóri í Skúlanum á Trøðni

Hon tekur við eftir Jan Christiansen, sum fer frá við eftirløn í heyst

2025-05-14 13:59 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Landsstýrismaðurin í barna- og útbúgvingarmálum, Djóni Nolsøe Joensen, hevur sett Fríðbjørg Sunadóttir Fríðheim í starv sum skúlastjóra í Skúlanum á Trøðni. Fríðbjørg tekur við skúlastjórastarvinum eftir Jan Christiansen, sum eftir drúgva tænastu fer frá við eftirløn í heyst.

Fríðbjørg er 53 ára gomul og var útbúgvin lærari á Blaagaard Seminarium í 1997. Í 2012 tók hon serlæraraútbúgving á Fróðskaparsetri Føroya.  Í 2019 tók Fríðbjørg diplom í námsfrøðiligari leiðslu og harafturat hevur hon førleikament seg við skeiðum o.ø. innan sernámsfrøði og leiðslu.

Fríðbjørg hevur drúgvar undirvísingarligar royndir sum lærari í Danmark og Føroyum. Harumframt hevur hon verið serlærari, varaskúlastjóri og skúlastjóri.

Í løtuni starvast Fríðbjørg sum varaskúlastjóri í Kollafjarðar Skúla.

Fríðbjørg S. Fríðheim tekur við starvinum 1. august 2025.

11 umsóknir vóru til starvið. Skúlin á Trøðni er einasti serskúli í Føroyum. Umleið 60 næmingar í aldrinum 7 til 18 ár ganga í skúlanum. Skúlin hevur umleið 45 starvsfólk, bæði lærarar og námsfrøðingar. Nýggi stjórin fer saman við starvsfólkunum at standa á odda fyri at skapa tryggar og mennandi karmar um næmingarnar í Skúlanum á Trøðni.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder