Jólafriður hevur valdað hetta seinasta samdøgrið. Í hvussu so er, hevur løgreglan havt minni at gjørt enn vanligar dagar.
Tó so, løgreglan var úti í gjár og gjørdi ferðslukanningar. Hetta var í Eysturoynni, í økinum kring Skálafjørðin, har einir 50 bilar vórðu støðgaðir. Bilførararnir vórðu kannaðir fyri rúsdrekka, og hugt var eftir um alt var sum tað átti við bilinum.
Ongin bót varð givin, men eini 12 átalur vórðu givnar fyri smávegis brot. Eitt nú fyri lyktir, ið ikki riggaðu, onkur bilførari, sum ikki hevði koyrikortið uppi á sær, og so var víst á dekk, sum ikki hildu standardin, um tað skuldi gjørst hált.
Tað er soleiðis, at tað er loyvt at koyra á summardekkum alt árið, men um so er, at tað verður hált, so er tað ólógligt, vísir vakthavandi á løgreglustøðini á.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald