Innanlands

Friðarlig nátt hjá løgregluni

Hóast stórt 80'ara tiltak hevur verið í Hoyvíkshøllini í nátt, hevur náttin sum heild verið friðarlig, sigur løgreglan

Savnsmynd (Jens Kr. Vang)

Savnsmynd (Jens Kr. Vang)

2020-02-23 09:58 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Eini 2000 fólk savnaðust í nátt í Hoyvíkshøllini til eitt av størstu tiltøkunum um hesa tíð á árinum – 80'ini umaftur, og sambært løgregluni, hevur tað sum heild gingið friðarligt fyri seg.

Tó varð løgreglan boðsend oman í Hoyvíkshøllina klokkan 2.30 í nátt. Talan var um tvær kvinnur, sum vóru komnar upp at toppast, og mátti løgreglan tí skilja partarnar sundur.

Vaktleiðarin á politistøðini sigur, at tey fara at tosa við partarnar aftur seinni í dag, tá tær hava sovið rúsin av sær, fyri at fáa greiðu á málinum.

Beint eftir klokkan trý varð løgreglan eisini boðsend, tá ein ungur maður, ið var ólátaður av rúsdrekka, gekk runt uttanfyri eitt skeinkistað.

Tað vísti seg, at viðkomandi var undir 18 ár. Hann varð tikin við á politistøðina, har ringt varð eftir foreldrunum. Eisini fær hann eina bót fyri brot á politiviðtøkurnar fyri m.a. at hava spýtt eftir løgregluni.

placeholder
placeholder