placeholder
Innanlands

Friðarlig nátt hjá løgregluni

Fá fólk vóru í býnum í nátt, og í hesum sambandi hevur ikki verið nógv at gjørt hjá løgregluni

Savnsmynd

Savnsmynd

2018-12-16 09:56 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í nátt hevur veðrið ikki verið av tí allarbesta, og tað er helst orsøkin til, at fá fólk hava verið at sæð í býnum.

Náttin hevur eisini verið friðarlig hjá løgregluni.

Løgreglan hevur verið runt á skeinkistøðunum, og tá skeinkistøðini lótu aftur, fingu tveir manns bót. Tann eini fyri brot á politiviðtøkurnar, og hin fyri ikki at siga hvør hann var, tá løgreglan spurdi.

Klokkan hálvgum sjey í morgun fekk løgreglan boð um, at onkur hevði framt herverk á einum almennum vesi undir Bryggjubakka í Havn.

Annars hevur verið friðarligt, sigur løgreglan.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder